Patrik Johannesen hevur funnið nýtt felag

Tvøramaðurin, sum hevur verið á landsliðnum, verður nú at síggja í íslendskum fótbólti

Mynd: (FSF)

Patrik Johannesen hevur skift til Keflavík í Íslandi. Hann hevur seinasta árið spælt við Egersund í triðjbestu deildini í Norra. Hann heldur ikki fram í norska felagnum. Tað hevur fingið fleiri føroysk feløg at venda sær til tvørámannin, sum hevur spælt við TB, AB, B36 og KÍ í føroyskum fótbólti. Hann hevur tó onga ætlan, um at koma til Føroyar at spæla.

 

- Eg havi nøkur tilboð úr eitt nú Norra, Svøríki og Íslandi. Eg taki eina avgerð í næstum, men eg hugsi ikki um at koma aftur til føroyskan fótbólt á hesum sinni, segði 26 ára gamli Patrik Johannesen fyrr í hesum mánaðinum.

 

Patrik Johannesen hevur í tveimum førum roynt seg uttanlands. Hann spældi í 2019 við Florø og í fjør við Egersund. Nú skal hann spæla við Keflavík. Fleiri føroyskir spælarar verða at síggja í íslendskum fótbólti komandi kappingarár. Millum annað Hallur Hansson í KR og Gunnar Nielsen í FH.

 

Mynd: (FSF)