Patrik Johannesen hevur í dag skift frá KÍ til Egersund IK, sum spælir í triðjbestu deildini í Norra. Tað boðar heimasíðuna hjá felagnum frá, og síðani bolt.fo.
Tað hevur leingi verið ivamál, um Patrik Johannesen fór at halda fram í KÍ. Sáttmálin gekk út í vetur, og hann hevur ikki longt hann. Tvøramaðurin hevur fleiri ferðir givið til kennar, at hann ynskir at spæla fulltíðarfótbólt.
- Patrik er ein hartarbeiðandi og klókur álopsspælari, sum kann spæla á fleiri plássum og hevur serstakar eginleikar tá hann avsluttar, sigur venjarin Aleksander Midtsian.
Patrik Johannesen hevur fyrr spælt í norskum fótbólti. Hann spældi í Florø í 2018, men kom aftur til Føroya, har hann skifti til KÍ.
- Eg gleði meg at koma í gongd og møta nýggju liðfeløgunum. Eg havi tosað við Ojan Bijan og havi fingið eina góða mynd av ambitiónsstøðinum, og spælistílurin tiltalar eisini meg. Eg haldi eisini, at hetta er rætta løtan at taka næsta fetið í míni yrkisleið, sigur Patrik Johannesen við heimasíðuna há Egersund.










