Patrik Johannesen hevur slitið krossbandið

Patrik Johannesen spælir ikki aftur hetta kappingarárið

Mynd: mbl.is

Morgunblaðið hevur keðilig tíðindi at bera.

 

27 ára gamli landsliðsáleyparin, Patrik Johannesen hevur slitið krossbandið, og verður ikki tøkur at spæla fyri Breiðablik aftur í ár.

 

Hetta er eisini keðilig tíðindi fyri føroyska landsliðið, og sjálvandi mest harmiligt fyri Patrik sjálvan. 

 

Patrik fekk skaðan í dysti fyri Breiðablik í farnu viku. Dysturin var móti Stjörnuni í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Patrik fór av vøllinum í fyrra hálvleiki. 

 

Tað var tá Patrik fór í røntguna á Landspitalinum, at tað bleiv staðfest, at talan var um álvarsaman skaða.

 

Patrik skoraði eitt mál teir fimm dystirnar hann fekk fyri Breiðablik hetta kappingarárið. Í fjør skoraði Patrik 12 mál í 22 dystum fyri Keflavík. 

 

 

 

Mynd: mbl.is