Hóskvøldið vann liðið hjá Patriki Johannesen, Breiðablik ein góðan 2-0 sigur á Vali í útidysti í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Damir Muminovic og Ísak Snær Þorvaldsson syrgdu fyri málunum hjá Breiðablik.
Tá Patrik kom á vøllin í 84. minutti var støðan 2-0 til Breiðablik.
Patrik hevur seinastu átta dystirnar hjá Breiðablik bara fingið eina samlaða spælitíð upp á 70 minuttir.
Tað gongur annars væl hjá Breiðablik, ið er næstfremst í deildini við 37 stigum. Breiðablik er fýra stig aftanfyri liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingi Reykjavík sum hevur 40 stig.
Komandi mánakvøld klokkan 20.15 tekur Breiðablik móti Fram á Kópavogsvøllinum.