Tað er háspenningur millum liðini hjá Gunnari Vatnhamar og Patrik Johannesen, Víking Reykjavík og Breiðablik um hvør teirra verður íslendskur meistari í fótbólti.
Men meðan Gunnar fær fulla spælitíð í nærum hvørjum dysti hjá Víkingi, so er Patrik fyribils lagdur á ís í meistarastríðnum.
Í kvøld var talan um triðja dystin á rað, at Patrik ikki fekk nakra spælitíð.
Í kvøld spældi Breiðablik javnleik 2-2 (0-1) móti Vali á Kópavogsvøllinum, og megnaði sostatt ikki at yvirhála Víking á stigatalvuni. Bæði liðini hava 56 stig hvør nú tvey umfør eru eftir at leika.
Leygardagin 19. oktober spælir Víkingur dyst á útivølli móti Akranesi. Sama dag kemur Stjarnan á vitjan hjá Breiðablik.
Sunnudagin 27. oktober verður tann stóra finalan á Víkingavøllinum, tá Víkingur fær vitjan av Breiðablik.