Patrik eigur nú føroyska málmetið fyri eitt kappingarár í Íslandi

Uni Arge átti gamla málmetið við átta málum í einum kappingarári. Tað hevur Patrik Johannesen nú sligið

Patrik Johannesen er nú mest skorandi føroyski leikarin í Íslandi í einum kappingarári

Síðani kappingarárið 1999 hevur Uni Arge átt eitt serligt føroyskt met í íslendskum fótbólti.

 

Kappingarárið í 1999 skoraði Uni átta mál fyri Leiftur, og til í dag var tað eingin føroyskur leikari, ið hevði skorað meir enn átta mál í einum kappingarári í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Í dag tók Patrik Johannesen metið, tá Patrik og liðfelagarnir vunnu týðandi 3-2 sigur á Akranesi á heimavølli. Tíverri slapp Kaj Leo í Bartalsstovu ikki á vøllin fyri Akranes á hesum sinni.

 

Beint undan steðginum meddaði Patrik eitt brotsspark mitt í málið hjá Akranesi, og Keflavík fór til steðgin við einari 2-1 leiðslu.

 

Málið er tað níggjunda málið hjá Patriki hetta kappingarárið, og so nógv mál hevur eingin annar føroyingur skotið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í einum kappingarári.

 

Keflavík 3 - 2 Akranes

0-1 Benedikt V. Warén ('18 )

1-1 Kian Paul James Williams ('28 )

2-1 Patrik Johannesen ('45 , brotsspark)

2-2 Johannes Björn Vall ('54 )

3-2 Josep Arthur Gibbs ('64 )

 

Við sigrinum og fýra dystum eftir í niðara endaspælinum liggur Keflavík væl fyri at bjarga plássinum í deildini.

 

Støðan í niðara endaspælinum: 

 

 

 

Nr.LiðDystirVJTMálmunurStig
6Keflavík23941042:4231
8Fram23610747:5328
9ÍBV22481033:4420
10Leiknir R.23551323:5220
11FH22471127:3519
12Akranes23361426:5615

Patrik Johannesen er nú mest skorandi føroyski leikarin í Íslandi í einum kappingarári