Patrick Swayze farin heim at doyggja

Dirty Dancing stjørnan er nú givin at berjast meiri móti krabbameininum. Hann er útskrivaður av sjúkrahúsinum fyri at fara heim at njóta seinastu tíðina. Patrick Swayze hevur síðani 2006 verið sjúkur av krabbameini í búkspýttskertlinum, og krabbin hevur etið hann upp.

 

Leysasøgur hava leingi gingið um, at hann bæði hevur verið í bata og er vorðin sjúkari. Hann hevur enntá eisini lisið í bløðunum, at hann skuldi vera deyður.

 

Men seinastu tíðina er hann versnaður skjótt og nógv, og sambært National Enquirer hevur Swayze nú tikið avgerð um at fara heim at njóta seinastu tíðina.

 

Hann vil ikki doyggja á sjúkrahúsinum, og sambært vikublaðnum er hann nú farin heim at leggja árarnar inn.