Í gjár andaðist Patrick Swayze 57 ára gamal, bert fáar dagar eftir, at hann fór heim av sjúkrahúsinum. Hann ynskti at doyggja heima, og tað gjørdi hann eisini. Patrick Wayne Swayze varð føddur 18. august 1952 i Houston, Texas. 14. september 2009 andaðist hann í heiminum í Los Angeles, California.
Swayze gjørdist heimskendur av leiklutinum sum Johnny Castle í filminum Dirty Dancing frá 1987, og replikkin ?Nobody puts Baby in a corner? er somuleiðis vorðin ein klassikari.
Í 1990 spældi hann Sam Wheat í filminum Ghost, har hann spældi saman við Demi Moore, og hetta var eisini ein av hansara heilt stóru leiklutum.
Patrick Swayze er harumframt kendur fyri leiklutin sum Orry Main í sendirøðini ?Suður og norð?.
Patrick Swayze fekk í 2008 krabbamein í búkspýttskirtulin, og sjónleikarin tapti í gjár dystin móti krabbanum.