Amerikanski filmsleikarin Patrick Swayze er illa sjúkur av krabbameini Sambært tíðarritinum People Magazine hava læknarnir givið Patrick Swayse boð um, at hann hevur í mesta lagi fimm vikur eftir at liva, men tað avsannar lækni hansara, Georg Fisher.
-Tað er einki hald í hasum, og vit eru rættiliga bjartskygdir, sigur læknin við fjølmiðlarnar. New York Post og aðrir fjølmiðlar vilja kortini vera við, at støðan hjá tí 55 ára gamla filmsleikaranum er sera álvarssom.
Patrick Swayze er kendur frá leiklutum í eitt nú Dirty Dancing og Ghost.