Pato skiftir til Spania

Brasilski áleyparin verður komandi kappingarár at síggja í sponskum fótbólti

Brasilski áleyparin, Alexandre Pato, var fyri fáum árum síðani mettur sum ein av heimsins bestu áleyparum. Tað var í tíðini tá Alexandre Pato spældi fyri italska felagið, AC Milan.

 

Men so brádliga gekk galið hjá brasilska áleyparanum. Sum bert 23 ára gamal, flutti Alexandre Pato heimaftur til Brasil, har hann fór at spæla fyri Corinthians í heimlandinum. Seinni spældi hann eisini fyri Sao Paulo í heimlandinum.

 

Í januar í ár, vendi Alexandre Pato so aftur til evropeiskan fótbólt. Enska felagið Chelsea leigaði tá brasilska áleyparan, sum bert spældi tveir dystir fyri felagið.

 

Nú skiftir Pato so aftur felag. Hann fer nevniliga at spæla fyri spanska felagið, Villareal, í komandi kappingarárið. Spanska felagið boðar frá, at teir hava gjørt eina fýra ára avtalu við brasilska áleyparan.