Seinastu tvey vikuskiftini hava víst, at Patio er eitt fullkomið stað til bæði teknodansing, hugnapráting, yvirballing og avslapping - og tað alt í senn. Umframt hetta hevur staðið eisini fullkomnar uttandura umstøður til tey, ið hava tørv á frískari luft viðhvørt.
Í kvøld, fríggjakvøld, verður - eins og seinast - ein serliga Undirbeat útvaldur playlisti spældur frá upp- til afturlating.
Leygarkvøldið fara JamesJames (Høgni Egholm Magnussen) og teknodyrkandi Árni Neon (Árni Joensen) at standa við DJ róðrið aftaná miðnátt og borðreiða okkum rættar dansitónar.
Bæði kvøldini er opið frá 21-04, og bæði kvøldini bjóðar barrin Happy Hour inntil midnátt.
Leygarkvøldið kostar tað 50 kr. at sleppa inn aftaná midnátt.










