Patio koyrir Undirbeat stíl hvørt vikuskifti

Tað er ikki Undirbeat, men tað er í samstarv við Undirbeat, at Patio komandi vikuskifti og framyvir koyrir staðið við regluligari elektro DJing og pimpaðum hølum. Nýggir tónar eru komnir í anleggið, og umstøðurnar eru eisini blivnar dekoreraðar hareftir.

 

Undirbeat var nevniliga í Patio seinasta vikuskifti, og kvøldið var so væl eydnað, at eigararnir av Patio og Undirbeat-fyriskipararnir avgjørdu at sláa seg saman og geva øllum hesum dansiglaðu fólkunum eitt regluligt stað at vera í vikuskiftunum.

 

Komandi leygarkvøld, 27. september, eru tað heilir tríggir DJar, tvinnar damur og ein ungur drongur, ið fara at borðreiða við hvør sínum elektropeppaðu playlistum.

 

Hesi eru:

Mrs. Duplo (Sunneva H. Eysturstein), ið altíð stílar eftir at geva ein so orkumiklan kokkteyl, sum hon kann, samansettan av fronskum powerpoppi, brasilienskum rútmum og feitum, knívskornum tekno.

Fríska og stílfulla FRAU (Heidi Andreasen), ið fann alskin fyri DJing fyrr í hesum

árinum og hevur gjørt skjótt av at vinna sær virðing innan økið.

Og ungi Andrusj (Andru Poulsen), sum hevði sína Undirbeat debut herfyri, tá Undirbeat helt føðingardag úti í Skipasmiðjuni, og sum tá prógvaði væl og virðiliga, at hann er ein feitur elektro DJ av allar ovastu hill.

 

Fríggjakvøldið verður ein Undirbeat-útvaldur playlisti spældur alt kvøldið, líka frá byrjan til enda.

 

Staðið er Patio. Frá kl 21.00 til 04.00 bæði kvøldini, og barrin bjóðar eina rúgvu av góðum prísum.

Kostnaður fyri leygarkvøldið er 50 kr aftaná midnátt - fríggjakvøldið er ókeypis atgongd alt kvøldið.