Patentloysnir finnast ikki

Petur Simonsen sigur seg ikki hava nakra einfalda frágreiðing um vánaligu gongdina hjá ÍF. Ikki annað enn, at liðið í løtuni er í eini óndari ringrás

Fótbóltur

- Hatta var í øllum førum ein alvorligur kiksari.
ÍF, venjarin, Petur Simonsen, var ikki tann, sum hevði hug at krógva nakað sum helst, eftir at hansara lið sunnudagin tapti móti undirmannaðu grannunum úr Gøtu.
Talan var um fjórða ósigurin á rað hjá ÍF, og tað hevur flutt liðið frá heiðursmerkja- til botnstríð. Ein støða, sum venjarin sjálvsagt ikki er serliga nøgdur við.
- Tað skuldi sjálvandi givið okkum styrki, tá teir missa ein mann, men vit klára ikki at gera okkum dælt av tí. Heldur enn at dominera spælið, so gerast vit at kalla ráðaleysir. Vit brúka ikki breiddina í spælinum, og tí verður tað alt ov sjáldan vandamikið.
- Hinvegin haldi eg heldur ikki, at teir skapa so nógv, men teir vóru serdeilis effektivir, tá teir fingu møguleikan. Eg haldi ikki, at teir høvdu stórt meira enn hasara tríggjar møguleikarnar, men teir geva so trý mál.
Er talan kanska um Murphy?s Law?
- Tað kanst tú gott siga. Tað er í øllum førum so, at vit í løtuni eru ov óhvassir frammi í álopinum, eins og vit geva mál ov lætt frá okkum. Og tað er sjálvandi eitt ítøkiligt problem.

Eingin patentloysn
Verður tosað um loysn upp á trupulleikan, so hevur venjarin sum vera man onga skjóta loysn. Ein slík vildi jú helst inniborið, at trupulleikin longu var burtur.
- Vit vita allir, at liðið hevur meira í sær, og tí kunnu vit á ongan hátt vera nøgdir um tað, sum vit hava sæð hesar seinastu dystirnar.
- Tí mugu helst bæði vit og spælararnir taka í egnan barm, og síðani arbeiða okkum úr støðuni. Tað finst jú eingin patentloysn upp á slíkar støður. Hart arbeiði, og kanska eitt sindur av psykologi er helst tað, sum skal til. Meira enn tað er helst ikki at siga um tað, heldur Petur Simonsen at enda.