Pateh Bah virðismetir friðin í Føroyum (Rás2)

(Rás2) Hoyr ensktmæltu sendingina "Home and Away". Stella Zachariassen prátaði við Pateh Bah úr Gambia

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr aðru sendingina í røðini "Home and Away", sum eru ensktmæltar sendingar á Rás2, har verturin, Stella Zachariassen prátar við tilflytarar úr ymiskum londum.

 

Í dag prátaði Stella Zachariassen við Pateh Bah úr afrikanska landinum, Gambia.

 

Pateh Bah sum hevur føroyska konu sigur, at hann virðismetir friðin og tryggleikan í Føroyum. Tó heldur hann, at tey ungu í Føroyum áttu ikki at havt so stórt frælsið, sum tey hava í dag. Tí eftir hansara tykki er alt ov nógvur drykkjuskapur millum føroysk ung. Annars sær hann nógvar fyrimunir við at búgva í Føroyum.