MARATON
Siður er kvøldið fyri eitt marathon, at luttakararnir hittast til eina máltíð og síðstu fyrireikingarnar undan strævna degnum.
Vanliga verður borðreitt við pasta, og soleiðis var eisini undan tí fyrsta Tórshavn Marathon. Luttakararnir vórðu savnaðir í Ítróttarhøllini á Hálsi. Farið varð eisini ein túr ? við bili ? at hyggja at teigninum, og luttakararnir fingu eina T-shirt og nummar til renningina dagin eftir.
Pasta er tiltikin góður matur við nógvari orku og lítlum og ongum feitti. Men fríggjakvøldið var kortini ikki pasta uttan nakað afturvið. Tað var møguleiki at fáa nakrar kaloriur í kroppin. Men tað ger kanska ikki so nógv, tá ið tú næsta dag ætlar tær at renna 42,195 kilometrar.
Tvær pastarættir vóru at fáa: Tann eini meira soltin ? men hin hevði meira av fløta, bakon og øðrum góðum blandað uppí.
Marknaðarføra
Robert Vilhelmsen, sum hevur staðið á odda fyri fyrireikingunum av Tórshavna maraton, sigur seg vera sera væl nøgdan við hesa fyrstu renningina.
? Vit vildu finna feilir, og tískil hava vit ikki gjørt so nógv burturúr við at
marknaðarføra í ár. Okkurt er, sum skal betrast, men sum heild eru vit sera væl nøgdir, sigur Robert Vilhelmsen.
Til Tórshavn maraton komandi ár verður nógv meira gjørt við at fáa útlendingar hendanvegin.
? Teinurin er altjóða góðkendur, og Tórshavn maraton verður nú lýst úti í heimi
saman við hinum maraton renningunum kring heimin, sigur Robert Vilhelmsen.
Ein fyrimunur við Tórshavn maraton er, at tað liggur um miðjan juli, og tá eru ógvuliga fá maraton aðrastaðni.
Vónir eru fyri at fáa nógvar rennarar til Føroya komandi árini at renna maraton. Í ár vóru rennarar úr Mallorca, Íslandi og Danmark komnir til Føroya, og teir lótu allir væl at, sigur Robert.










