Passtime Poets

Leygarkvøldið spælir danski bólkurin Passtime Poets við føroyska gittaristinum Pætur Sivertsen á Skarv Passtime Poets varð stovnaður í 2004 undir navninum Amazonair, og kom veruliga fyri seg í 2005 við løgunum ?Because Tonight? og ?Happens (If I Were You)? sum bleiv spælt nógv í sendingunum ?Missionærerne? og ?Madvig PLUS Østergaard? á P3. Á 15 teimun bestu var ?Because Tonight? í 4 vikur. Passtime Poets hevur fyri kortum útgivið 5 nýggjar singlur, sum kunnu hoyrast á www.passtimepoets.com, Umframt at Passtime Poets fer at spæla egnan tónleik, fara teir at spæla coverløg hjá t.d. Supertramp, Coldplay, Beatles, U2, Travis, Elton John, Elvis og REM.