Passeftirlitið í Kastrup ikki nóg gott

Fleiri fólk sleppa ígjøgnum passeftirlitið í Kastrup, hóast tey av røttum áttu at verðið avvíst.

Tað er danska løgreglufelagið, sum nú rópar varskó. Felagið sigur, at alt ov fá løgrelgufólk eru í Kastrup við tí úrsliti, at nógv fólk sleppa ígjøgnum passeftirlitið, sjálvt um tey ikki áttu at sloppið ígjøgnum.

 

-Vit sleppa ikki undan, at nakrir skeivir persónar sleppa inn í landið, sigur felagið.

 

Fakblaðið Dansk Politi skrivar, at passeftirlitið í Kastrup lýkur ikki ásetingarnar í Schengen-samstarvinum um eftirlit við fólki, sum ferðast inn og úr Schengen-økinum.  

 

Í blaðnum verður víst á, at tey seinastu 13 árini er løgreglumanningin í Kastrup minkað eina helvt, samstundis sum ferðafólkatalið er vaksið 30 prosent.