Passat parkerar uttan bilførara

Tey flestu kenna til at skula parkera millum tveir bilar, men tora ikki og gevast, tí plássið er so lítið. Við nýggjastu Park Assist Vison skipanini parkerar VW Passat uttan bilførara

Fyri ikki so langari tíð síðan royndarkoyrdu vit ein VW bil her í Føroyum við eini Park Assist skipan, har bilførarin kundi sleppa rattinum og sita hendur í favn meðan bilurin parkeraði millum tveir bilar. Tað einasta bilførarin skuldi gera var at skanna øki inn, og síðan bremsa tá parkerings-sensorarnir søgdu til.

Nú er aftur ein nýggj skipan á veg, ið nevnist Park Assist Vison, sum verður sýnd fram á eini stórari messu í Hannover í hesum døgum. Bilurin, sum verður sýndur fram, er ein VW Passat við hesi Park Assist Vison skipanini.


Bilførarin kemur koyrandi við Passatinum, og tá hann nærkast staðnum, har hann skal parkera millum tveir bilar, skannar hann øki inn við at trýsta á ein knøtt og skipanin sigur síðan til, tá hann skal steðga bilinum. Tá hann hevur sett DSG-girknøttin í P, kann hann fara úr bilinum og ordna rest við eini fjarstýring.


Bilurin bakkar síðan inn har sum hann skal, og skipanin aktiverar parkeringsbremsuna, steðgar motorinum og læsir hurðarnar. Bilførarin hevur eisini møguleika fyri at verða sitandi í bilinum, meðan hann parkerar.


Park Assist Vison skipanin er ein sera framkomin skipan, sum í høvuðsheitum er sett soleiðis saman, at bilurin hevur fleiri sensorar aftan og framman umframt videokamera í síðuspeglunum, sum rokna út støddina á parkeringbásinum og geva boð til eina telduskipan sum analyserar upplýsingarnar og gevur boð til róðurgreiðirnar, girkassan, spitaran, bremsuskipanina og aðrar skipanir.


VW Stanley


Volkswagen eru komnir langt áleiðis við at gera bilar, sum koyra uttan bilførara.

Best kendur er VW Stanley, sum í 2005 vann Grand Challenge, ið er ein kapping sum amerikanska verjan og Stanford universitet skipaðu fyri. Bilurin koyrdi 212 kilometrar gjøgnum Mojaye-oyðimørkina í USA uttan førara. Stanley er fyrsta akfar, sum nakrantíð hevur koyrt eitt so langt strekki uttan førara ella menniskjaliga uppíblanding.