Rógvi Jacobsen varð skiftur út, tá góður tími var spældur av dystinum. Tá útskiftingin kom sendi hann kossar til áskoðararnar og klaksvíkingurin hevur ikki ilt av, at tað kanska eru hansara mál, sum senda barndóms felagið niður í 1. deild.
- Tað er kanska ein snedig kensla, men eg fekk at vita, at eg ikki passi til spælistýlin hjá KÍ. Tað er ergiligt, at mann má finna sær nýtt felag, og eg havi havt tað tungt, men tað er ein góð kensla at sleppa at spæla aftur, sigur Rógvi Jacobsen.
Rógvi Jacobsen er framvegis ikki vísur í, at ÍF eru bjargaðir.
- Vit hava ein týdningarmiklan dyst ímóti 07 Vestur, tí tapa vit tann dystin, so kunnu vit enda í somu støðu, sum vit vóru áðrenn hendan dystin, sigur Rógvi Jacobsen.