- Páskirnar nærkast, og nógv børn og vaksin fara sum vant at mála og blása egg. Um vanlig egg verða brúkt, kann vandi vera fyri smittu við salmonella.
Tað sigur Gigni, sum veitir heilsufrøði til børn og ung.
- Nógv børn gleða seg til hugnaliga páskasiðin - at rulla egg úti í náttúruni saman við foreldrum og vinum. Hetta er eisini eitt frálíkt høvi at stuttleika sær saman við børnunum.
Gigni vísir á, at nógv børn plaga at blása egg fyri síðan at mála tey og brúka tey til pynt á páskum.
- Salmonellan kann vera uttan á skalinum og inni í egginum. Vandin fyri smittu er ikki so stórur, men við at fylgja nøkrum einføldum ráðum, kanst tú fyribyrgja, at tú ella barnið verður smittað við salmonella.
Ráðini hjá Gigni eru at turka eggið við vanligum hondspritti fyri at reinsa yvirflatuna á egginum. Best er at brúka honddesifinerandi spritt - 70 prosent - at turka við. Tilmælt verður ikki at brúka húsarhaldsspritt.
- Prika nú hol á eggið í báðum endum við einari langari nál ella heklinál, so blomma og hvíti renna úr egginum.
Gigni mælir frá at seta munnin móti egginum fyri at blása, tí salmonellabakterian, sum møguliga er inni í egginum, doyr ikki av, at eggið verður skoldað. Bakterian doyr bert, um eggið verður kókað.
- Tað er skilagott altíð at vaska hendurnar eftir, at tú hevur nortið við egg, sum eru rá., sigur Gigni.