Í døgunum frá langa fríggjadegi til annan páskadag skipa tey fýra missiónsarbeiðini á Glyvrum, í Rituvík, í Søldarfirði og á Toftum fyri felags páskastevnu.
Sum vera man á páskum fara tey at minnast Jesu deyða og uppreisn og heitið á stevnuni í ár er Hann er upprisin, aldargamla heilsanin, sum tey kristnu góvu hvørjum øðrum.
Eins og í fjør verða flestu tiltøkini í Tabor á Toftum, men byrjað verður langa fríggjadag á Glyvrum.
Langa fríggjadag klokkan 21:00 verður møti í missións- og ungdómshúsinum á Glyvrum, har Bergur Debes Joensen talar, og ung syngja, og síðani flytir stevnan inn í Tabor á Toftum.
Har verða møti páskaaftan, páskadag og annan páskadag klokkan 19, har millum onnur Torleif Johannesen og Elsa Østergaard tala. Eisini luttaka ymisk kór við sangi.
Okkurt er eisini fyri børnini og tey ungu. Páskadag klokkan 19 verður skipað fyri barnamøti í kjallaranum á Tabor, meðan eitt ungdómstiltak verður páskaaftan klokkan 22.
Fyriskipararnir siga, at skipað verður fyri barnaansing á øllum møtunum fyri børn til og við fjórða flokk.