Party við Tiësto

Parken í Keypmannahvan verður leygardagin rættilig ?party-zona?. Tá fer DJ Tiësto at spæla tónleik har. Stjørnan úr Niðurlondum, sum eisini verður mettur sum heimsins besti DJ, fer 3. ár á rað at hava stórdans á einum av stóru støðunum í Danmark.

Føroyingar kenna væl Tiësto. Tiësto vitjaði í fjør festivalin við Múrin í Kirkjubø.

Í ár hevur hann við sær til Danmarkar sera nógva ljóð- og ljósútgerð.

Upphitari nú leygardagin í Parkini verður sviin Avicii, sum í løtuni hevur væl dámda lagið My Feelings for You, sum er hitt kring knøttin.