Samferðsla
Súlan hevur í summar siglt til Mykinesar fyri eitt privat felag. Og manningin umborð hevur partvís verið tann sama, sum tá Strandferðslan rak skipið, hóast Strandfaraskip Landsins hava latið rutuna frá sær.
Í smaband við grein um Mykinesleiðina í Sosialinum í seinastu viku, hevur onkur lesari vent sær til blaðið og spurt, hvusu tað ber til, at sama skip og sama manning sum vanligt siglir til Mykinesar, hóast leiðin er latin privatmanni at reka.
Til hetta sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari á Strandfaraskipum Landsins, at tað er bara partvís rætt, at so er.
Tað er rætt, at Súlan hevur siglt. Men manningin hevur bara onkuntíð verið tann sama, sum fyrr. Men alla tíðina hevur verið talan um staðkent fólk, sum neyðugt er á hasi farleiðini, leggur fólkaflutningsleiðarin dent á.
?Og tá er tað heldur ikki alla manningina, vit tosa um, sigur Poul Jákup Thomsen.
Hann sigur, at sær vitandi hevur verið talan um ein avloysara, sum fyrr hevur siglt við Súluni, og sum í eitt stutt tíðarskeið hevur verið umborð aftur í summar.
Annars hevur tað verið sera skiftandi manning, sum siglt hevur til Mykinesar í summar, sigur hann.
Og júst tað, at so ringt hevur verið at fingið fólk við Súluni, var orsøkin til, at heitt var á ein privatmann um at átaka sær siglingina.
Men tað var heldur ikki lætt at fáa nakra avtalu yvirhøvur, sigur Poul Jákup Thomsen. Júst tí, at so ringt var at fáa fólk at binda seg fyri summarið.
Hóast Poul Jákup Thomsen ikki vil koma inn á, hvat ein slík skipan hevur kostað Strandfaraskipum Landsins, kann svar hansara mestsum tulkast tann vegin, at Standferðslan hevur lagt pengar út fyri siglingina í summar.
?Tá ein slík sertænasta verður avtalaðnfyri eitt so stutt tíðarskeið, kann roknast við, at hon verður eitt sindur dýrari, enn vanliga rutan, sigur hann.