Í næstum verður stórur partur av umsitingini av uppihaldsloyvum í útlendingalógini fluttur á føroyskar hendur. Sostatt fara føroyskir myndugleikar nú at taka avgerð um, hvørjir útlendingar fáa uppihaldsloyvi í Føroyum.
Tað skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið í tíðindaskrivi í morgun. Semjan við donsku stjórnina merkir, at Útlendingastovan fer at umsita og taka avgerðir í málum um familjusamanføring, arbeiðs- og uppihaldsloyvi, uppihaldsloyvi fyri lesandi og annað.
- Hetta er avgjørt eitt fet tann rætta vegin. Hetta er tann parturin av útlendingamálum, sum er mest viðkomandi fyri okkum í Føroyum, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.
Útlendingastovan hevur higartil virkað sum hoyringspartur hjá donskum myndugleikum, tá ið talan er um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Hinvegin hevur Útlendingastovan í flestu førum ikki verið kunnað um endaligu avgerðirnar, og tískil hava føroyskir myndugleikar ikki vitað, hvør fær og hvør ikki fær uppihaldsloyvi í Føroyum, skrivar ráðið í tíðindaskrivi.
- Við hesum leistinum fáa vit ment okkara førleikar á útlendingaøkinum, og tað er ein umráðandi liður í fyrireikingunum til samlaðu yvirtøkuna av útlendingaøkinum, sum eisini fevnir um marknaðareftirlit. Yvirtøkuarbeiðið heldur tí fram, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í tíðindaskrivi.
Víðari verður sagt frá Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, at landsstýrismaðurin fer í næstum at leggja uppskot til ríkislógartilmæli fyri Løgtingið um at gera tær broytingarnar í útlendingalógini, sum skulu til fyri at føroyskir myndugleikar frameftir taka avgerðir um familjusamanføring, arbeiðs- og uppihaldsloyvi og annað.
- Í fyrsta umfari verða reglurnar fyri innferð og uppihald í Føroyum ikki broyttar, men tað verður ásett, at føroyskir myndugleikar í eini komandi løgtingslóg um integratión kunnu seta sum treyt fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, at viðkomandi útlendingar hava tætt tilknýti til Føroyar og tískil skulu lúka málslig krøv umframt hava innlit í føroyska mentan og samfelagslig rættindi og skyldur, skrivar Uttanríkis- og Vinnumálaráðið.
Uppskotið til ríkislógartilmæli fer til hoyringar í dag, sambært ráðnum. Miðað verður eftir, at Føroyar taka yvir málsviðgerðina á Ólavsøku í ár.









