Partur av ST: Føroyingur avger alheims landamørk

Í gjár 14. juni varð Martin V. Heinesen endurvaldur sum limur í Landgrunsnevnd ST (Commission on the Limits of the Continental Shelf) í eitt fimm ára skeið afturat. Sum valevni fyri Kongsríki Danmarkar saman við hinum norðurlondunum hevur Martin sitið í hesi nevnd síðan 2012, og hann skal nú halda fram til 2022.

 

Uppgávan hjá Landgrunsnevndini er at viðgera próvgrundarlagið og gera tilmæli um landgrunsmørk uttan fyri 200 fjórðingar hjá strandalondum kring um í heiminum. Nevndin hevur sæti í New York og arbeiðir har 21 vikur um árið.

 

Teir 21 limirnir í landgrunsnevndini eru serfrøðingar í jarðfrøði, jarðalisfrøði og hydrografi. Teir verða valdir úr ymsum heimspørtum fyri at tryggja eina geografiska javnvág. Saman við einum limi úr Kanada og einum úr Portugal umboðar Martin sonevnda WEOG-økið (Western Europe and Others Group), sum fatar um Avstralia, Nýsæland og Norðuramerika, saman við Vesturevropa