Partur av siglingarsøguni hvørvur

Í gjár klokkan fimm fór oljuskipið Magn fyri seinastu ferð av Havnini. Hann er seldur og kemur ikki aftur til Føroyar undir føroyskum flaggi

Líka síðani Shell byrjaði at selja olju í Føroyum, hevur skip hjá felagnum flutt olju til landið. Fyrst var tað Helle Vonsild, sum flutti olju til føroysku deildina hjá Dansk Shell í Føroyum, og skipið helt fram, eisini eftir at P/F Shell varð stovnað sum føroyskt felag í 1973.

Men í 1981 varð gjørt av, at Føroya Shell skuldi hava sítt egna skip, og Helle Vonsild varð keypt og fekk navnið Magn. Hesin fyrri Magn helt fram sum Helle Vonsild hevði framman undan við at flyta olju til Føroya, og so annars at nýta avlopstíðina at flyta olju fram við norsku strondini, fyrst og fremst fyri Norsk Hydro.

Men sum tíðin gekk gjørdist alt meiri neyðugt at skifta Magn út. Eitt var, at hann byrjaði at gerast ov lítil, nakað annað var, at hann hevði bæði einkultan botn og skrokk, sigur Heini í Buð, sum er rakstrarleiðari av Magn.

Serliga hetta fyrra var óheppið, tí við tíðini herdust trygdarkrøvini, og í 1996 varð nýggjari og størri skip keyp. Hitt gamla varð selt.

- Tað var eitt óføra gott skip. Eg haldi avgjørt, at tað framvegis er í sigling fram við noregsstrondini, sigur Hjarnar Djurhuus, fyrrverandi stjóri á Føroya Shell, sum vit hava verið í sambandi við, fyri at hoyra eitt sindur um søguna hjá oljuskipunum hjá Shall í Føroyum.

 

Røkti Føroyar

- Nýggja skipið var bæði nýggjari og størri, og so hevði tað dupultan botn, og sjálvt um skrokkurin var einkultur, var hetta eitt stórt stig í trygdarhøpi, sigur Heini í Buð.

Nýggi Magn er næstan dupult so stórur sum hin gamli.

- Tann nýggi tekur 2100 rúmmetrar, meðan hin gamli tekur 1100, so tað er stórur munur á, sigur Heini í Buð.

Nýggi Magn helt í stóran mun fram á somu rutum, sum hin gamli hevði gjørt. Talan var fyrst og fremst um at forsýna goymslurnar hjá Føroya Shell í Føroyum, og so nýta avlopstíðina at flyta olju fram við norsku strondini.

- Í Føroyum vóru tað fyrst og fremst okkara egnu goymslur í Havn og Klaksvík vit avgreiddu. Men vit hava samstarvsavtalu við Statoil um at nýta teirra goymslur í Søldarfirði og í Suðri, so vit fyltu sjálvandi eisini upp í hesar aftur, greiðir Heini í Buð frá.

Seinnu árini hava leigutúrarnir fram við norsku strondini tó í mestan mun verið fyri Shell í Noregi.

- Magn var í Føroyum umleið 55 túrar um árið, sum svarar til áleið einaferð um vikuna. Vit nýttu umleið 250 dagar til Føroyasiglingina, og hina tíðina fyri tað mesta fram við norrastrondini, sigur Heini í Buð.

Hann hevur verið tekniskur leiðari fyri Magn síðani hann byrjaði á Shell í 1986, og hevur verið rakstrarleiðari fyri skipið umframt síðani 1999.

 

Tíðin farin frá Magn

Heini í Buð sigur, at hetta hevur verið ein spennandi og áhugaverd tíð, hann hevur havt á Shell og hevur verið tengdur at Magn.

Men hann sigur eisini, at nógv er broytt hesa tíðina.

- Tað er ikki minst innan trygdina, at nógv er broytt. Vit hava fingið bæði ISM og ISPS (trygdarskipanir fyri skip), og tað hevur merkt raksturin rættiliga nógv, sigur Heini í Buð.

Hetta merkir munandi meiri pappírsarbeiði, men á pluss síðuni er, at alt nú er skjalprógvað.

- Myndugleikarnir hava hert trygdarkrøvini almikið seinastu árini. Men Shell sjálvt er farið enn longri, fyri at økja sum mest um trygdina, sigur Heini í Buð.

Magn hevur ikki verið í Føroyum síðani á nýggjárinum. Oljan hevur verið flutt við størri skipum til landið, og nú Magn fór av landinum fyri seinastu ferð í gjár, verður Heini tó ikki arbeiðsleysur. Hansara starvsøkið verður broytt, og hann fer framyvir at taka sær av øðrum uppgávum í felagnum.

Hendrik Egholm, stjóri á Shell, sigur, at tíðin nú var komin til, at flyta oljuna til Føroya í størri skipum.

- Nýggja leiðslan er komin til ta niðurstøðu, at tað ikki longur loysir seg hjá felagnum at flyta oljuna til Føroya við Magn, og tí hava vit gjørt av at selja skipið, sigur Hendrik Egholm.

Manningin á Magn taldi 14 mans, sum sigldu í tveimum vaktum. Føroya Shell hevur ikki møguleika at flyta teir í onnur størv, so teir eru allir uppsagdir. Hendrik Egholm sigur, at felagið hevur gjørt av at gjalda manningini frítið umframt uppsagnartíð.

Í framtíðini verður tað norska reiðaríið Soltin Marin í Kopervik, ið fer at reka Magn. Við útflaggingini av oljuskipinum endar ein partur av føroyskari siglingarsøgu – í hvussu er fyribils.