Gleðin var stór tá partur av manningini av Skálaberg lendi í Vágum beint áðrenn midnátt. ?Hetta var drúgt? søgdu ungu mennirnir, sum komu aftur í kvøld. Nógv fólk vóru og tóku ímóti sjómonnunum, sum hava verið afturhildnir í Murmansk, síðan Skálaberg varð tikin. Konur, børn, pápar og mammur vóru tíðuliga rørd, tá ið tey sóu sínar kæru aftur. Millum tey, sum tóku ímóti á flogvøllinum í kvøld, var formaðurin í Føroya Fiskimannafelag - Jan Højgaard.










