Partur av Agninum verður breiðari

Tað verður entreprenørfelagið Falkon úr Saltnesi, sum skal breiðka 250 metrar av Agninum fyri Nes kommunu.

Tað verður entreprenørfelagið Falkon úr Saltnesi, sum skal breiðka 250 metrar av Agninum fyri Nes kommunu. Hin 5. oktober var lisitatión, og í gjár undirskrivaðu Falkon og Nes kommuna undir sáttmála.

 

Kommunan hevði bjóðað níggju arbeiðstakarum at geva tilboð upp á arbeiðið, og tað vóru fýra arbeiðstakarar, sum lótu boð inn. Arbeiðstakararnir vóru hesir:

 

1. Falkon 2.455.474 kr.

2. JHR 2.464.682 kr.

3. RTS 2.825.200 kr.

4. Kreton 3.060.500 kr.

 

Í Nes kommunu siga tey, at aftrat tilboðskostnaðinum kemur kostnaður fyri keyp av lendi, gøtulyktum og projektering.

 

Vegurin frá íbindingini í Nesveg og 250 metrar niðan verður dagførdur, og gongubreyt verður gjørd. Eftir dagføringina verður koyrivegurin seks metrar breiður, og gongubreytin verður 1,5 metrar breið. Eisini verða nýggjar kloakk- og vatnleiðingar lagdar, eins og nýggj gøtuljós verða sett upp.

 

- Arbeiðið byrjar seinni í ár og verður liðugt komandi summar, siga tey í Nes kommunu.