Partrolararnir royna sítt besta

Í løtuni eru bæði trolbátar, partolarar, djúpvatnstrolarar til fiskiskap undir Føroyum.

Tað er nógv ferð á ísfiskatrolarunum, og teir royna veruliga at hanga í úti á fiskifeltinum, tó at veiðan framvegis er smálig. Tá teir eru inni og landa, verður loyst aftur so skjótt, sum fiskurin er komin upp.

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, og skipini koma inn at landa so hvørt, sum næsta vika gongur. Latið verður einki serligt at upsafiskiskapinum - og okkurt parið roynir seg á kongafiski.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tríggir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap, men teir eru nýliga byrjaðir túr og koma tí neyvan inn at landa í næstu viku. Aðrir djúpvatnstrolarar liggja við bryggju.

 

Í dag, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, vóru bara tveir trolbátar til fiskiskap. Teir fáa mest av toski og hýsu og nakað av flatfiski. 

 

- Restin av trolbátunum fara helst út aftur ein av næstu døgunum, nú veðurvánirnar eru hampiliga góðar. Væntandi er, at trolbátarnir, sum nú fara at loysa, væntandi koma inn aftur síðst í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip fiska svartkalva og koma helst inn at landa síðst í næstu vikun. Eitt garnaskip fiskar havtasku norðan fyri, men lítið er at fáa.