Partrolararnir fiska upsa og gulllaks

Teir partrolarar, sum ikki eru á gulllaksaveiði, fiska upsa, men fiskiskapurin er sum heild vánaligur.

- Allir partrolararnir fiska upsa í løtuni, og teir koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin er sum heild vánaligur, men okkurt parið hevur fingið nakað av upsa. 

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Lagt verður aftrat, at trý pør framvegis eru á gulllaksaveiði, og á viðheftu mynd er eitt av skipunum, sum í fleiri ár hevur fiskað gulllaks í summarhálvuni.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein fiskar svartkalva í Eysturgrønlandi og frystir veiðina umborð. 

 

- Ein annar djúpvatnstrolari, sum eisini fiskar svartkalva, kemur inn at landa í vikuni sum kemur. Ein djúpvatnstrolari fiskar stinglaks - og so eru tveir sum frysta veiðina umborð.

 

Um teir smáu trolbátarnar verður sagt, at ein er vesturi á Rygginum og kemur helst inn at landa síðst í næstu viku - og so er ein á landleiðini og kemur helst eisini inn at landa síðst í næstu viku.

 

- Tvey garnaskip eru á svartkalvaveiði. Fiskiskapurin er smáligur, men væntandi er, at skipini koma inn at landa fyrst í vikuni sum kemur, verður lagt aftrat á Fiskamarknaði Føroya.