Partrolararnir eru teir drúgvastu

Av føroysku botnfiskaskipunum, sum fiska við troli, eru partrolararnir teir, sum alla tíðina eru í gongd.

- Flestu partrolarar eru til fiskiskap. Skipini fáa mest upsa, men fiskiskapurin er smáligur. Eitt par fiskar svartkalva og kongafisk. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Tað vita tey at siga á Fiskamarknaði Føroya í dag. 

 

Tað er ikki nógv virksemi hjá djúpvatnstrolarunum í løtuni. Ein er nýliga farin til fiskiskap, og hesin fiskar svartkalva og kongafisk og kemur kanska inn at landa síðst í vikuni sum kemur. Helst fer onkur út um vikuskftið. 

 

- Ein trolbátur fiskar norðanfyri og kemur inn at landa fyrst í næstu viku. Hann hevur mest av toski og hýsu og so eitt sindur av flatfiski.

 

Lagt verður aftrat, at tveir trolbátar eru á Skeivabanka og fiska havtasku, og teir koma helst at landa miðskeiðis í næstu viku. Hinir allir liggja við bryggju, men teir fara helst út um vikuskiftið. 

 

At enda vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at tvey garnaskip fiska svartkalva og koma helst inn at landa síðst í næstu viku. Fiskiskapurin hjá garnaskipunum hevur verið brúkiligur seinastu tíðina.