Partrolararnir eru teir ágrýtnastu

Tað er lítil roynd hjá djúpvatnstrolarunum og soleiðis hevur tað verið leingi. Fyri tað mesta er bara ein og tveir djúpvatnstrolarar til fiskiskap.

 

Partrolararnir hanga í. Tað gera teir altíð - eisini, tá fiskiskapurin er smáligur, sum hann er nú og hevur verið tað leingi.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at flestu partrolarar eru úti og koma inn at landa, sum henda vikan gongur. 

 

Hjá djúpvatnstrolarunum er lítil drift, og bara ein er til fiskiskap. Soleiðis hevur tað verið leingi. Teir fiska kongafisk.

 

Í gjár vóru fimm trolbátar til fiskiskap. Tveir eru á Skeivabanka og fiska havtasku. Hinir fiska mest av hýsu og toski og fáa eisini nakað av flatfiski.

 

- Ein trolbátur landar fyrst í hesi vikuni, og hinir landa miðskeiðs ella síðst í vikuni, siga tey á Fiskmarknaði Føroya.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, men skipini hava vánaliga fiskiskap. Tvey fiska havtasku og hava brúkiligan fiskiskap.