- Flestu partrolarar fiska upsa í løtuni, og fleiri koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Partrolararnir hava brúkiligan fiskiskap, og umframt upsa, fáa teir eisini nakað av blálongu sum hjáveiði.
Um djúpvatnstrolararnar vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at tríggir eru til fiskiskap; tveir fiska upsa, og ein fiskar hvítan fisk. Djúpvatnstrolararnir koma helst inn at landa miðskeiðis og síðst í næstu viku.
Fríggjadagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, lógu allir trolbátarnir inni. Teir fara væntandi útaftur, tá veðrið batnar.