Partrolarar smáligan fiskiskap

Væntandi koma øll trý garnaskipini, sum fiska svartkalva, inn at landa í næstu viku.

Fimm partrolarapør eru í løtuni til fiskiskap. Øll pørini fiska upsa, uttan tað eina, sum er á Rygginum. Fiskiskapurin er smáligur, men pørini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

- Í løtuni eru bara tveir djúpvatnstrolarar til fiskiskap. Ein fiskar blálongu, og hin ger royndir á Føroyabanka, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

Tað eru bara tveir trolbátar til fiskiskap í løtuni, og báðir eru norðan fyri og fiska tosk, hýsu og flatfisk. Annar kemur inn at landa mánadagin, og hin landar seinni í vikuni.

 

- Helst fer onkur trolbátur aftrat út um vikuskiftið, og tveir eru á beding, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

 

Væntandi koma øll trý garnaskipini, sum fiska svartkalva, inn at landa í næstu viku, og hitt fjórða skipið riggar nú til at fara til fiskiskap aftur.