Fiskivinna
Partrolararnir hava seinastu dagarnar havt rokfiskiskap. Eftir fáum døgum á fiskileið sigla skipini fullfermd til lands, og í Saltangará hava teir 25-35 menninir, sum hava við landingarnar at gera, havt úr at gera.
Seinasta fríggjakvøld arbeiddu teir soleiðis til klokkan 01.30, áðrenn seinastu fiskarnir vóru komnir upp úr skipunum.
Seks trolarar
Fríggjadagin landaðu ikki færri enn seks skip í Saltangará.
Partrolararnir Bakur og Stelkur høvdu 345.000 pund, Polarhav og Stjørnan høvdu 480.000 og Jaspis og Ametyst høvdu sløk 300.000 pund.
Leygardagin vóru aftur tvey skip inni. Tað vóru Rókur og Lerkur (mynd), sum høvdu sløk 350.000 pund.
Góður upsi
Í Saltangará siga tey, at partrolararnir seinastu dagarnar hava siglt fullir undir lúkurnar og upsin, sum skipini fáa, hevur verið stak góður.
Í dag var eingin landing í Saltangará, og týsdagin verður neyvan heldur nøkur landing.
- Vit vænta Heyk og Falk sum teir fyrstu bátarnar, og teir koma helst inn at landa mikudagin ella hósdagin, siga tey á Landingarmiðstøðini í Saltangará.