Átta partrolarapør eru til fiskiskap, og helst fer okkurt parið aftrat út í næstum. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
- Fiskiskapurin hjá partrolarunum er frægari nú, og skipini fáa eisini nakað av toski og longu sum hjáveiði, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Í gjár vóru bara tveir djúpvatnstrolarar til fiskiskap, og teir eru nýliga byrjaðir túr. Tí er ikki væntandi, at teir koma inn at landa í næstu viku.
Fríggjadagin vóru tríggir trolbátar til fiskiskap. Tveir vóru á Skeivabanka og royndu eftir havtasku. Teir fáa eisini nakað av øðrum fiski. Ein er norðan fyri og fiskar tosk og hýsu.
- Trolbátarnir koma inn at landa mánadagin. Vit rokna eisini við, at onkur trolbátur aftrat fer út um vikuskiftið, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Lagt verður aftrat, at eitt garnaskip kemur inn at landa mánadagin, og tvey ella trý koma seinni í vikuni. Fiskiskapurin hjá garnaskipum er smáligur í løtuni.