Partrolarar landa í vikuni

Fiskiskapurin eftir upsa er framvegis smáligur, og nøkur pør liggja við bryggju.

 

- Partrolararnir koma inn at landa sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er framvegis smáligur, og nøkur pør liggja við bryggju. 

 

Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga.

 

Tveir djúpvatnstrolarar eru nýliga byrjaðir túr, og teir koma neyvan inn at landa í næstu viku. 

 

- Ein fiskar svartkalva og frystir veiðina umborð. Restin av djúpvatnstrolarunum liggja við bryggju.

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at trolbátarnir fara út um vikuskiftið at fiska havtasku, og møguliga landar onkur síðst í vikuni sum kemur.