Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at allir partrolararnir fiska upsa og koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
- Nakrir djúpvatnstrolarar eru eisini til fiskiskap. Onkur landar í næstu viku, meðan aðrir frysta veiðina umborð.
Í dag, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar, lógu allir teir smáu trolbátarnir. Teir fara út aftur, tá veðrið batnar.