Partrolarar hava vánaligan fiskiskap

Okkurt par landar mánadagin. Síðan koma nøkur, sum vikan gongur. Fiskiskapurin er vánaligur.

- Okkurt par kemur inn at landa mánadagin. Síðan koma nøkur, sum vikan gongur. Fiskiskapurin hjá partrolarunum er vánaligur. Veiðan er mest upsi, blandað við tosk og hýsu.

 

Tað sigur Fiskamarknaður Føroya og leggur aftrat, at nøkur pør liggja við bryggju.

 

Av djúpvatnstrolarunum er bara ein til fiskiskap, men ivasamt er, um hann landar í vikuni sum kemur. Tveir aðrir djúpvatnstrolarar eru eisini til fiskiskap og frysta veiðina umborð.

 

Í gjár lógu allir teir smáu trolbátarnir við bryggju, men onkur fer væntandi út um vikuskiftið.

 

- Trý garnaskip eru á svartkalvaveiði. Tvey teirra landa seinast í vikuni sum kemur, og triðja skipið frystir veiðina umborð, veit Fiskamarknaður Føroya at siga.