Flestu pør eru til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Partrolararnir hava misjavnan fiskiskap.
- Tveir djúpvatnstrolarar, sum eru á ísfiskaveiði, eru til fiskiskap eftir upsa og koma helst inn at landa síðst í næstu viku. Tríggir djúpvatnstrolarar, sum frysta veiðina umboð, eru eisini til fiskiskap.
Lagt verður aftrat, at djúpvatnstrolararnir, sum frysta, fiska á djúpum vatni, og veiðan er serliga svartkalvi, kongafiskur og nakað av toski.
Í gjár, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, vóru fýra trolbátar norðanfyri, har teir fiska tosk, hýsu og nakað av flatfiski.
- Væntandi koma trolbátarnir inn at landa fyrst í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.