- Tað verður ikki nógvur línufiskur í næstu viku. Bara tvey línuskip eru til fiskiskap, ein er norðanfyri og ein eystanfyri. Hesi bæði skipini koma vantandi inn at landa síðst í næstu viku. Skipini, sum eru inni, fara væntandi útaftur í vikuskiftinum - ella, tá veðrið batnar.
Tað sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum fyri næstu viku.
Um útlitini fyri útróðri, verður sagt, at streymurin verður góður, men veðrið roynist illa. Tí væntar marknaðurin ikki tað nógva av útróðrarfiski í næstu viku.
- Ein djúpvatnstrolari er eystanfyri og fiskar svartkalva, meðan restin fiskar upsa. Væntandi koma nakrir, sum fiska upsa, inn ígjøgnum vikuna. Tann, sum fiskar svartkalva, kemur neyvan inn fyrr enn í aðru viku.
Partrolararnir eru allir eystanfyri og fiska upsa. Fiskiskapurin er brúkiligur, og skipini koma inn, sum vikan gongur.
Fiskamarknaðurin sigur, at bara ein trolbátur er til fiskiskap og kemur inn at landa mánadagin. Hann hevur mest tosk og hýsu. Annars fara trolbátarnir helst út, um veðrið verður til vildar.
- Tvey garnaskip, sum eru til fiskiskap, koma væntandi inn at landa miðskeiðis í næstu viku, sigur Fiskamarknaður Føroya í sínum metingum.










