Partrolarar gjørdu kvettið

Tað loysti seg hjá tveimum partrolarum at fara út fyri ársskiftið og at selja á Fiskamarknaðinum í dag. Trolararnir seldu 20 tons av upsa, og fyri hann fingu teir heilar 15,95 krónur í meðal fyri kilo. Teir høvdu eisini eitt sløg av kongafiski, og fyri hann fingu teir 18,40 krónur fyri kilo.

Eitt garnaskip, sum eisini var farið út fyri ársskiftið, seldi góð seks tons av svartkalva, og prísurin sveik ikki. Hann var 35,83 krónur fyri kilo.

Tilsamans vóru 31 tons á uppboðssøluni í dag, og tey fóru fyri 606.000 krónur. Meðal kiloprísurin var 19,60 krónur.