Partrolarar brúkiligan fiskiskap

Tað er langt síðan, at sagt hevur verið um fiskiskapin hjá ísfiskatrolarum, at hann er brúkiligur.

- Flestu ísfiskatrolarar eru til fiskiskap. Teir fáa mest av upsa, og fiskiskapurin er brúkiligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at allir djúpvatnstrolararnir uttan ein eru til fiskiskap, og onkur kemur inn at landa síðst í næstu viku. Skipini fáa mest av upsa og svartkalva.

 

Í gjár lógu allir teir smáu trolbátarnir, og møguliga fara teir fyrstu út aftur fyrst í vikuni sum kemur. Nær teir síðan koma inn aftur at landa, er í løtuni heldur óvist.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tey koma væntandi inn at landa síðst í vikuni sum kemur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.