SKOTLAND
Tað gongur framvegis av skriðuni hjá Partick Thistle. Leygardagin høvdu teir vitjan av Kilmarnock, sum fór avstað aftur við øllum stigunum. Úrslitið var 4?2 til útiliðið, og harvið eigur Partick Thistle framvegis fyrsta sigurin til góða, nú kappingarárið skjótt fer at verða hálvrunnið.
Jákup Mikkelsen var í Klaksvík eina viku, tá ið skotska kappingin hevði fríviku, tí Skotland stríddist við Holland um eitt pláss í EM endaspælinum, sum verður í Portugal næsta summar. Jákup Mikkelsen er aftur í Skotlandi nú, men leygardagin noyddist hann enn eina ferð at sita á beinkinum.