Partarnir mangla siðvenju og reglur til at loysa trætur

Fríggjadagin var Arbeiðsmarknaðardagurin og umrøðuevnið á degnum vóru sáttmálasamráðingarnar, og endamálið var, í felag, at finna fram til ein betri og møguliga annan samráðingarhátt enn tann, sum higartil hevur verið nýttur, skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi

Í tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum verður greitt frá, at nevndir fyri arbeiðstakara- og arbeiðsgevarafeløg vórðu bjóðaði at luttaka á degnum. Undirtøkan var stór við 150 fólkum, umframt teimum, sum løgdu fram.

Dagurin byrjaði við at Jógvan Jespersen bjóðaði vælkomin og greiddi frá degnum. Síðani greiddu partarnir á arbeiðsmarknaðinum frá sínari fatan av fyrimunum og vansum við verandi samráðingarskipan, og teir hugleiddu eisini um, hvussu samráðingarnar betur kunnu skipast.

Thomas Magnussen, deildarstjóri á lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum, segði, at tað eru 32 sáttmálar á tí almenna økinum, sum lønardeildin fyrisitur. Hann helt, at tað eru ov nógv feløg. Hetta er sera tíðarkrevjandi og minkar um teirra møguleika fyri at menna og viðlíkahalda sáttmálar. Hann segði eisini, at tað bara er tað eina felagið, sum ger tann fyrsta sáttmálin, sum hevur ávirkan á lønarkarmin.

Av serligum trupulleikum vísti hann á, at semingslógin ikki er galdandi fyri tað almenna, og at partarnir mangla siðvenju og reglur til at loysa trætur í sáttmálaskeiðnum. Visiónin hjá Lønardeildini fyri komandi samráðingarnar er, at samráðingarnar eru við eitt meginfelag ella felagssamráðingarnevnd.


Tungar og torførar

Gunnleivur Dalsgarð, formaður fyri Starvsmannafelagnum segði m.a., at allir partar eru uttan iva samdur um, at sáttmálasamráðingarnar tey seinastu árini hava verið serstakliga tungar og torførar, og at ábøtur mugu gerast. Hann vísti á, at høvuðsorsøkin til, at samráðingarnar gingu illa og tóku alt ov langa tíð, er, at samráðingaruppleggini í nógvum førum vóru alt ov vánalig og ov illa fyrireikaði, - hetta ger seg fyrst og fremst galdandi á almennu arbeiðsgevarasíðuni, men eisini í ávísan mun á fakfelagssíðuni.

Hann helt, at tað er umráðandi og neyðugt, at samráðingarnar verða meira skipaðar, tí nógv av málunum eru av felags áhuga og týdningi fyri fakfeløgini- til dømis arbeiðstíð, frítíð v.m. Samstarvið millum feløguni eigur at útbyggjast til eitt ?samráðingarráð?, sum skal savna allar upplýsingar frá øllum fakfeløgunum soleiðis, at tey krøv og ásetningar, sum eru felags, kunnu samskipast og skapa grundarlag fyri einari felags sáttmálaáseting, har áhugamálini eru samanfallandi. Samstundis skal hetta ráð eisini loypandi verða kunnað, meðan samráðingar hjá teimum ymsu feløgunum fara fram.


Órímiligt lutfall

Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, vísti á, at tað er órímiligt lutfall millum samráðingar og lítla samfelag okkara, og at tað ofta eru stórar samráðingarnevndir, og tí truplari at finna eina semju. Trupulleikin er eisini, at samráðingarnar ofta ikki byrja fyrr enn beint áðrenn ?deadline?, og at tað ikki eru verðuligar royndir at finna loysnir innan semingsstovnurin kemur uppí.

Hann mælti til skipaða ætlan fyri samráðingunum, og at tað verður eitt realistiskt tal av broytingum/økjum, ið verða viðgjørt. Somuleiðis at øll krøv skulu vera endaliga løgd fram í góðari tíð, og at at krøvuni skula verða grundgivin og realistisk. Harafturat mælti hann til høvuðsavtalur ella reglur fyri skipaðari uppsøgn av sáttmála og broyttar reglur fyri seming. At enda mælti hann til, at báðir partar vísa størri samráðingarvilja og tora at taka ábyrgd, at allir partar semjast um at seta ein bólk at fáa skipaðar karmar fyri samráðingar og meira samstarv í tí dagliga.


Ikki stundir

Ingeborg Vinther, formaður í Føroya Arbeiðarafelag segði, at størsti vansin við verandi skipan er, at verulig gongd ikki kemur á sáttmálasamráðingarnar fyrr enn sáttmálin er við at fara úr gildi, og hetta merkir aftur, at partarnir í veruleikanum ikki hava stundir út í æsir at viðgera tey sáttmálakrøv, sum liggja á borðinum. Hetta ber í sær, at ofta verða sáttmálaorðingarnar alt ov illa orðaðar.

Og júst hetta við at hava veruligar stundir at samráðst er kanska tað mest týdningarmikla, tá ið tosa verður um, hvussu samráðingarnar betur kunnu skipast, helt Ingeborg Vinther. Víðari segði hon, at tað uttan iva vildi lætt um sáttmálasamráðingarnar um nærri samstarv var millum fakfeløguni, og at man kundi gjørt meira við hetta, at ein ella tveir persónar frá hvørjum av pørtunum tóku upp serligar spurningar, og síðani løgdu fyribilsúrslit teirra fyri teirra felag.


Ov ofta

Seinnaparturin byrjaði við John Rajani, sum vísti á trupulleikarnar í dag: Partarnir hava ov fáar realitetssamráðingar, áðrenn biðið verður um at fáa semingsfólk uppí og at ov lítil samskipan fer fram, tá samráðst verður. Hann helt, at semingsfólk verða boðsend ov ofta, og at vandi er fyri at broytingarnar í sáttmálunum ov ofta eru fáar og oftast snúgva seg um upphæddir, og at ov nógv tíð verður brúkt til sáttmálasamráðingar.

John Rajani spurdi, hví støðan er so: Um talan um ein vana sum er ringur at koma burturúr? Um arbeiðsgevarafeløgini eru ov veik, tá talan er um samráðingarsamskipan? Um verkamannafeløgini eru smá kongaríki, ið helst ikki vilja samstarva hvørt við annað?

Av tilmælum mælti hann til, at semingsmannaskipanin eigur at fevna um allan arbeiðsmarknaðin, og at reglurnar um val av semingsmonnum og tal av semingsmonnum eiga at verða broyttar. Víðari segði hann, at reglur eiga at verða fyri, hvussu semingsmenn skipa arbeiði sínámillum, reglurnar sum áseta tíðarskeiðið, ið semings-maður kann leingja sáttmála, eiga at verða broyttar, reglurnar um uratkvøðugreiðslu eiga møguliga at verða broyttar og møguleikin fyri at binda saman fleiri semingsuppskot eigur at verða kannaður.


Niðurstøða

Frá bólkaarbeiðinum vórðu hesar niðurstøður gjørdar: Nei til meginfeløg, men samstarv, samband og samskipan er neyðug. Arbeiðsgevarin eigur at økja sína realitetsfatan av, hvat liggur í krøvunum hjá fakfeløgunum. Samráðingarnar skulu snúgva seg um lønarviðurskifti, skipan av arbeiðstíð - frítíðarviðurskifti, eftirútbúgving, seniorpolitikk, høvuðsavtalur og eftirlønarviðurskifti. Samráðingarnar enda við semingsmonnum, tí at tað verður byrjað ov seint, endaligu krøvuni koma ov seint, manglandi virðing, manglandi samskipan millum feløgini og órealistisk krøv. Víst var eisini á, at nevndirnar eru ov illa fyrireikaðar, manglandi ábyrgdarkensla (frá báðum pørtum), ótti fyri at taka tungar avgerðir og ov lítið álit partanna millum. Viðv. høvuðsavtalum kundi stór ósemja staðfestast.