Fyri løtu síðan fór streymurin í pørtum av Sundalagnum, og eru tað bygdirnar Hvalvík, Streymnes og Hósvík, ið løtuni ongan streym hava.
SEV upplýsir, at tey ikki vita reiðiliga hvat orsøkin er til streymslitið, men at tað veður kannað nú.
Í síðstu viku hevði SEV stórar trupulleikar við streymveitingini, tá ódnarveður Caroline legði leiðina framvið Føroyum.
In.fo fylgir málinum.