Partapeningurin í Atlants Kolvetni hækkast við 100 mill. kr.

Nevndin í P/F Atlantic Petroleum ásannar, at tað eisini finnast vinnumøguleikar fyri felagið uttanfyri Føroyar. Hesir møguleikar verða kannaðir í løtuni. Hetta er eitt mál sum stovnararnir settu sær frá byrjan, nevniliga at nýta føroyska økið sum grundarlag fyri víðari menning uttanfyri Føroyar

 


Hækka partapening



Fríggjadagin hevði føroyska oljufelagið P/F Atlantic Petroleum ársaðalfund. Undan aðalfundinum varð lagt upp til munandi broytingar í viðtøkum felagsins.


Tá ið felagið varð stovnað í byrjanini av 1998 varð felagið grundað á eina sera einfalda vinnuætlan (Business Plan), nevniliga at koma í eina góða støðu, tá ið leitast skuldi eftir kolvetni í føroyskum øki, og so sjálvandi at avmarka váðan mest møguligt í leitiskeiðnum.


Wilhelm Petersen, stjóri sigur, at við eina góða støðu meinast luttøka í einum sterkum samtaki, ið kundi vera kappingarført, tá ið bjóðast skuldi uppá føroysku teigarnar. Stigtakarnarnir høvdu eisini tað grundsjónarmið, at hesuferð skuldi føroyskt vinnulív og føroyskir íleggjarar ikki standa og hyggja at meðan ein nýggj og áhugaverd vinna var við at taka seg upp í Føroyum. Nei, luttakast skuldi frá fyrsta degi beinleiðis í sjálvari oljuleitingini, soleiðis at eitt sterkt føroyskt oljufelag kundi mennast frá byrjan.


Wilhelm Petersen sigur, at hesin partur av vinnuætlanini hevur hepnast so væl, at nevnd felagsins undan aðalfundinum hevði mett tað rætt at taka hædd fyri víðkaðum vinnumøguleikum fyri felagið. Hendan víðkan krevur sjálvandi víðkaðar karmar fyri felagið. Um leitiskeiðið hepnast væl, og farið verður víðari til eina útbygging krevjast risastórar íløgur. Í løtuni hevur P/F Atlantic Petroleum ein luttøkupart í samtakinum The Faroes Partnership uppá 0.1 %, men hevur rætt at hækka luttøkupartin til heili 5% um leitiskeiðið hepnast væl. Um samtakið skal gera íløgur fyri eitt nú 10 mia. Kr. kemur parturin hjá P/F Atlantic Petroleum við einum luttøkuparti uppá 5% at verða 500 mió. Um slíkar íløgur skulu gerast skal felagið sjálvt koma við einum stórum parti av hesari upphædd sum eginfígging. Um rætturin hjá P/F Atlantic Petroleum skal kunna nýtast fult út er tí neyðugt at hækka kapitalin.

Nevndin í P/F Atlantic Petroleum hevur eisini ásannað vísir Wilhelm Petersen á, at aðrir vinnumøguleikar finnast fyri felagið uttanfyri Føroyar. Hesir møguleikar verða kannaðir í løtuni. Hetta er eitt mál sum stovnararnir settu sær frá byrjan, nevniliga at nýta føroyska økið sum grundarlag fyri víðari menning uttanfyri Føroyar. -Tú kast kanska siga at luttøkan í føroyskum øki verður nýttur sum lopfjøl til oljuvinnuna annars.



Um bert onkur at hesum vinnumøguleikum hepnast, kemur felagið at vaksa munandi, og harvið eisini kapitaltørvurin.


Nevndin bað á aðalfundinum um heimild at hækka A partapeningin við áljóðandi 100 mió kr. og soluleiðis at stovna ein nýggjan partabrævaklassa B, eisini áljóðani 100 mió. Kr. B partabrøvini hava avmarkaðan atkvøðurætt í mun til A partabrøvini, men hava annars rætt til útbýti á jøvnum føti við A partabrøvini, og eru annars frítt umsetilig. Tað verður framhaldandi A partapeningurin, ið kemur at hava avgerðarrættin í felagnum.


A partapeningurin er í dag allur á føroyskum hondum.


Stjórin í Atlants Kolvetni sigur, at aðalfundurin á Hotel Føroyum fríggjadagin tók dyggiliga undir við viðtøkubroytingunum.