Í hesi tingsetuni ber Vinnumálaráðið lógaruppskot í løgtingið, har almenna Ferðaráð Føroya verður umskipað til eitt partafelag.
Endamálið er, sambært landsstýrinum, at fáa tað almenna og privata til í felag at fíggja arbeiðið hjá Ferðaráðnum at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland.
Í nýggjasta ársfrágreiðing síni, sum kom í mai mánað, nevnir Føroya Arbeiðsgevarafelag júst tað sama. Har skrivar Arbeiðsgevarafelagið millum annað, at Ferðaráðið skal umskipast til eitt partafelag, sum vinnan og tað almenna eiga í felag.
Og í løglistanum, sum løgmaður legði fram saman við ólavsøkurøðu síni, er uppskotið um at gera Ferðaráðið til partafelag.
Ferðaráð Føroya varð endurstovnað við lóg frá mai 2011. Ferðaráðið er í dag stovnur undir Vinnumálaráðnum við eini játtan á 14 milliónir krónur á fíggjarlógini í ár.