Tað sást beinanvegin aftur í partabrævakursinum hjá Facebook, tá eitt heimsumftandi krassj legði alla sosialu tænastu lamna – higartil í næstan fimm tímar.
Sambært Reuters, so hevur Facebook ein DNS feil. DNS er tað, sum koblar saman webadressuna hjá Facebook til røttu servararnar á internetinum.
Stutt eftir krassjið, fall partabrævið hjá Facebook við 5,5 prosentum. Tað er tað ringasta úrslitið í næstan eitt ár, sambært Reuters. Tá partabrævamarknaðurin á Wall Street í New York stongdi í kvøld, hevði Facebook noterað sær eitt fall upp á 4,9 prosent sambært AFP.
Enska blaðið Daily Mail hevur hesa yvirskriftina við blokkbókstavum:
»THE DAY THE INTERNET BROKE« – dagurin, tá internetið brotnaði...










