Partabrøvini hækkað við 15 prosentum

Eftir at Atlantic Petroleum í morgun kunngjørdi roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing 2016, umframt eina lánsavtalu við bretska felagið London Oil and Gas, er virðini á partabrøvunum hjá felagnum hækkað við umleið 15 prosentum.


Tá keypskálin stongdi í gjár hevði eitt partabræv í felagnum eitt virði á 10 krónur. Men tíðindini í morgun fingu ferð á søluna, og tá partabrøvini vórðu seld fyri mesta pening høvdu tey eitt virði 13,3 krónur.


Kursurin er tó lækkaður nakað síðani, og er virðið á einum partabrævi nú vert 11,5 krónur. Tað er 1,5 krónur ella 15 prosent meira enn tá keypskálin stongdi í gjár.